Nationalisma tryggjar onga vælferð.

Viðmerking til grein hjá F. Helmsdal 16.06.01.

 

Skrivingin hjá fullveldisfólki gerst meira og meira desperat, sum valið nærkast. Ragstrarróp, parolur og brigsl. Og nú fleyt so tað súra bikarið hjá Finni Helmsdal yvir. Løgið at Finnur skal kenna so lítið til nýggjari politiska søgu. Eg kann ikki hugsa mær, at hann við vilja manipolerar lesaran. Hann tykist ikki at minnast bert 15 ár aftur í tíðina, tá hann viðger tey famøsu 80-áini. Lesarar, men ikki Finnur, vita, at Javnaðarflokkurin átti 4 av hesum árum. Hesi 4 árini umsat Tjóðveldisflokkurin fíggjarmál. So Tjóðveldisflokkurin hevur so sanniliga eisini eina fortíð.

Nú meti eg Finn sum ein av teimun heilt fáu samgongumonnum, sum hava eitt lítið sindur av sosialum medviti, havi tí onkuntíð hildið fyri við hann, at hann er í skeivum flokki. Og hann hevur alla orsøk at vera frustreraður. Men aggressiónirnar venda skeivan vegin.

Havandi støðuna í samfelagnum í huga er tað sárt at lesa, at hann beinleiðis ger gjøldur við neyð og elendigheit, sum hann sjálvur málber seg. Tað er ein ævigur sannleiki, at eitt og hvørt samfelag skal metast eftir, hvussu tann veikasti borgarin hevur tað. Og her er tað, at skógvurin hjá Finni klemmar. Tað hevur eydnast teim 18 samgongulimunum at flyta fokus frá neyðini í samfelagnum yvir á eitt fantasifostur sum eitur fullveldi. Nær hevur Høgni Hoyðal ella hansara innantóma ekkó, Anita, viðgjørt t. d. eldrarøkt? Ongantíð!

Neyð og elendigheit, tað er støðan í dag, men tað hevur ongan týdning fyri samgonguna. Fullveldið er málið yvir øllum málum, sum skal loysast. Tað er parolan. So má svíða sum svøllur.

250 gomul hava akuttan tørv á stovnsplássi, og bíðilistin til røktar- og ellisheim var, sambært grein hjá Sigvald Kristiansen lækna desember 1999, 644 gomul og óhjálpin. Og listin er væl longri í dag. Men samgongan letst ikki um vón.

Vaskingin hjá 3-400 pensionistum verður niðurløgd í juli og august. Samgongan letst ikki um vón.

Tey sálarliga sjúku verða tvangsflutt úr sínum heimi í summarferiuni. Sinnisbati mótmælir. Samgongan letst ikki um vón.

Átrokandi tørvur á íbúðum til sálarsjúklingar og menningartarnað og herberg til heimleys. Samgongan letst ikki um vón.

Men hvat ger samgongan so? Jú, hon samlar upp til fullveldi. Finnur hevur alla orsøk at vera frustreraður.

Skjótt skal fullveldissamgongan fyri fólksins dóm. Tað er heilt greitt, at tann kynisman, henda samgonga hevur víst, fer ikki einans at ávirka valúrslitið, men eisini hvønn flokk, Javnaðarflokkurin kann kjósa sær at byggja vælferðarsamfelagið upp aftur saman við.

Nationalistisk rakstrarróp úti í Koltri tryggja onki vælferðarsamfelag.

Eg vóni, at Finnur Helmsdal sá Dag og Viku týskvøldið og hóskvøldið, so samvitskan gerst enn verri.