Nationalisma, eitt virus*

Heri Mohr
----

Í røðuni til flagdagshaldið 2014 í Havn segði fyrstilærarin í Nólsoy millum annað, at tað ikki kann vera rætt, at sam­gongan situr valskeiðið út, og hann setur sína vón til ein riðil av mótmælum. ”Kanska ikki til uppreistur, men tó so, nakað í tann stíl.”
Vorðið sum profeti og vón.
Enn einaferð mugu vit sanna, at nationalisma er eitt virus, ið vit eiga at ræð­ast fram um øll onnur smittu­evni. Í bókini ”Die Welt von Gestern” skrivar Stefan Zweig (1881-1942): ”Allur villskapur hevur herj­að mítt lív: Borgarakríggj og hung­ursneyð, inflatión og terror, umfarssjúkur og emigra­tión. Eg havi sæð hóp­ideologir vaksa fram og breiða seg: Fas­cismu, national­social­ismu, bolsjevismu og fram um alt and­styggi­liga national­­ismu.”
Hann varð jakstraður í sínum heimlandi, gjørdist heim­leysur og beindi fyri sær í Brasilia.
Vit skilja millum tjóð­skapar­rørslu íblást við lýggj­um, mergjaðum kensl­­um. ”Hvat kann røra hjarta­streingir”, yrkti Fríðrik Peter­sen í 1878, 25 ára gamal. Hann yrkti eisini ”Eg oyggjar veit”, sum var okkara tjóðsangur í mong ár.
Men vit kenna eisini ta harðrendu, kensluavskeplaðu nationalismu, sum kann for­koma landi og fólki.
Í roynd og veru er bert ein heilivágur móti national­ismu: vanligt vit og skil! Og her koma heim og skúli inn í myndina.
Í hesum døgum (meðan flaggdagshaldið fór fram á Vaglinum) stara fólk í Europa ræðslusligin og máttleys spyrj­andi í gosheitum heimi: fer tað sálarleysa national­ismuvirusið at útloysa triðja og – um tað skuldi verið nak­ar uggi – kanska seinasta heimsbardagan?
Í tí sekterisku røðuni segði fólkaskúlalærarin eisini, at okkara flaggsangur átti at verið sungin til morgunsang í skúlunum.
Ja, hví ikki! – í 12 ár, frá 1933 til 1945, sungu børn og vaksin í Týsklandi teirra flagg­sang, Die Fahne hoch, bæði morgun, dag og kvøld; men so varð tann sangurin steðgaður við lóg….
……og allur heimurin lá í skeljasori, takkað veri einum kensluleysum virusi í óstýriligari øði….

Nei, vit eiga at ansa eftir, at flagg­sangurin ikki endar sum fótatraðk.
Okkara flagg, Merkið, sum fyrstu ferð varð vundið á stong í Føroyum suðuri í Famjin 22. juni 1919 og okkara flaggsangur, sum Hans Andr. Djurhuus yrkti stutt eftir í 1920, hava annað uppiborið.


*Degenererað tjóðskaparkensla