Altjóða viðurkendi miðilin National Geographic hevur eina grein um Føroyar við heitinum “Vitja hesar 18 villu og vøkru norðurlendsku oyggjarnar”, har upplivingar til ferðafólk verða viðmældar.
Greinin telist millum tær best umtóktu hjá National Geographic seinastu dagarnar, og viðmerkjararnir eru sum ikki einaferð sera hugtiknir av myndunum úr Føroyum.
Men tað eru ikki øll, sum eru glað fyri hesa greinina. Greinin hevur nevniliga fingið øði í summi á Twitter, sum ikki skilja, hví National Geographic skal umrøða Føroyar so positivt. Tað er - surprise - grindadráp, sum er orsøkin til aggið.
- Hví hava tit eina grein um Føroyar? Tey drepa delfinir! Tað er eitt blóðbað! skrivar ein, og felagsskapurin Canadian Cetacean Alliance tekur undir við viðkomandi og sigur:
- Vit eru samd. Føroyar hava eina sjúka mentan, og hetta er skomm fyri Evropa.











