Nátin seinur á sjógvin

Í dag er 28. august og soleiðis, sum vanligt hevur verið undanfarin ár, skuldi nátatíðin so smátt verið byrjað. Eitt sindur ymiskt er, nær fuglurin verpur, og hvussu skjótt ungin búnast og verður floygdur.

 

Okkurt árið fæst nátungi á sjónum stutt eftir 20. august, og onnur ár skulu vit helst út um 28. august, áðrenn ungar í størri tali síggjast á sjónum.

 

Líkt er til, at nátungin ikki er so tíðliga á veg í ár. Mánadagin 26. august vóru menn á báti, men tá lotið var heldur frískligt, og einki var at síggja, vendu teir aftur.

 

in.fo hevur frætt, at onkur skjóttgangandi bátur mánadagin fekk nakrar fáar fuglar, men hetta var eingin nøgd at tosa um.

 

Aftur í dag eru bátar farnir á nátaveiði, men enn hevur in.fo einki frætt um, hvussu hesin dagurin higartil hevur vignast.

 

Sambært teimum, sum fylgja sjófugli, er tað ikki bara lomvigi og lundi, sum hava ilt við at fáa ungar sínar undan orsaka av vantandi føði.

 

Við nátanum gongur heldur ikki ov væl, men samanborið við annan sjófugl, klárar nátin seg framvegis betri enn eitt nú lomvigi og lundi.

 

Leysliga verður mett, at umleið 600.000 pør av náta eiga í Føroyum, og árliga veiðan liggur um 50.000-100.000 fuglar.

 

Nátin er ongantíð taldur kring alt landið, og einki eftirlit er við veiðini.