Nathalie prinsessa við barn

Enn ein familjulimur er ávegis í donsku kongafamiljuni. Tað er Nathalie prinsessa, ið skal eiga í juli.

Barnið eigur hon við trúlovaða sínum, Alexander Johannsmann.

 

 

Tíðindini gjørdust ein stórur gleði hjá foreldur Nathalie, Richard prinsi og Benedikte prinsessu, skrivar billedebladet.dk.

 

-Vit bæði, Richard prinsur og eg, eru sera lukkulig vegna unga parið, sigur Benedikte prinsessa við Billed-Bladet.

 

1. jóladag fríggjaði Alexander Johannsmann til Nathalie prinsessu. Tey eru enn ikki gift.