Í dag er 20. august, og tað merkir, at um eina viku ella so, fara nátungarnir úr berginum og á sjógvin.
Í ávísum bygdum kring landið eru menn óførir at taka nátunga, og soleiðis verður helst eisini í heyst, tó at sagt hevur verið frá minni fugli seinnu árini.
Tað eru teir, sum taka sær eitt ella tvey kók av nátunga á báti, og tað eru eisini teir, sum í størri mun rigga seg til og leggja seg eftir at taka og selja burturav.
Skal nátungatíðin eydnast, er í fyrsta lagi neyðugt, at hampiligt tal av fugli er í berginum og fer á sjógv - og ikki minst, at tað virðrar, meðan nátungatíðin er.
Báturin á myndini er Norðkapp, sum var heimahoyrandi á Nesi, og júst henda túrin er lastin full av kassum við nátungum - og á dekkinum eru eisini fleiri fullir kassar við nátungum.