Natasja og Haukar vunnu greiðan sigur á botnliðnum

Haukar eru nú bert eitt stig frá øðrum plássinum

Haukar mátti vera føroyska landsliðsmálverjan, Anniku Fríðheim Petersen fyri uttan í útidystinum móti Afturelding í bestu hondbóltsdeildini í Íslandi í kvøld.

 

Natasja Hammer gjørdi sítt við at skjóta fýra mál í greiða 38-28 sigrinum á Afturelding. Longu í steðginum vóru Haukar á odda 21-11.

 

Ingibjørg Olsen var við í hópinum hjá ÍBV, ið á heimavølli vann ein sera flottan 30-22 sigur á Vali sum er næstfremst í deildini. ÍBV var á odda 15-9 í steðginum.

 

Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í kvøld.

 

Leygardagin spælir ÍBV á útivølli móti KA/Þór. Sama dag taka Haukar móti HK.

 

Lið: DystirMálmunurStig
Fram13357:30821
Valur13348:30316
KA/Þór12327:31015
Haukar14389:37515
ÍBV12332:30614
Stjarnan13333:33712
HK11258:2799
Afturelding14316:4420