Tá Chris Martin í Coldplay ringdi til Imbruglia og beyð henni eitt lag frá sær, gjørdist hetta byrjanin til eitt tætt samstarv. Coldplay eru nú við á 5 løgum á nýggju fløguni - Hendan plátan hevur verið klár leingi, men hon varð útsett, tá eg gav mina Greatest Hits fløgu út. Síðan bleiv eg ójøvn á máli við mítt plátufelag, og byrjaði tí mítt egna. Og júst sum plátan skuldi út, ringdi Chris Martin í Coldplay og bjóðaði mær eitt av teirra løgum. Tá helt eg meg hava eina góða orsøk at bíða enn longri við útgávuni, sigur Natalie Imbruglia.
Chris Martin bjóðaði henni lagið ?Fun?, sum hann sjálvur lýsti sum tað besta Coldplay lagið, hann nakrantíð hevur skrivað. Samstarvið eydnaðist sera væl, og nú fløgan hjá australsku sangarinnuni endiliga er komin út, hava Chris Martin og Coldplay gjørt sína ávirkan galdandi á 5 av løgunum hjá Natalie Imbruglia.
Fløgan kom út mánadagin.