Nataarnaq er flotaður í Bilbao

Næsta heyst fær Ice Trawl Greenland ein spildurnýggjan Nataarnaq. Maskinstjórin, sum fylgir byggingini í Bilbao fyri reiðaríið, er føroyingurin, Ásbjørn Petersen.

 

 

Grønlendsk feløg hava bygt fleiri nýggjar og stásiligar trolarar seinnu árini, og herfyri varð rækjutrolarin, Nataarnaq hjá Ice Trawl Greenland, flotaður í Bilbao í Spania. Skipið kemur í flotan fyri núverandi trolaran við sama navni.

Tað er skipasmiðjan Asterillos Murueta, sum byggir skipið fyri grønlendska reiðaríið, og sambært byggisáttmálanum skal Nataarnaq verður liðugur um eitt ár ella so. Teir skulu fiska í Grønlandi og við Svalbard.

Fleiri føroyingar sigla fyri grønlendsk feløg, og soleiðis er eisini við Nataarnaq.

Tað er maskinstjórin, Ásbjørn Petersen, sum fylgir byggingini av stásiliga skipinum fyri Ice Trawl Greenland og svágur hansara, Dávur D. Mohr, er annar av skiparunum. Aðrir føroyingar eru eisini við Nataarnaq.

Nevndarformaðurin í Ice Trawl Greenlands, Ove Rosing Olsetil, sigur við Sermitsiaq, at byggingin er seinkað einar tríggjar mánaðir orsakað av korona-farsóttini. Nýggi Nataarnaq er 82,30 metrar langur í mun til 67,50 metrar, sum núverandi skipið er.