Natúrligt at samstarva um barnaverndina

- Tað er ikki ónøgd við Sunda kommunu sum ger, at vit nú hava valt at fara upp í samstarvið um barnaverndina í Norðoyggjum, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

Herfyri gjørdist Hvannasunds kommuna partur av samstarvinum um barnaverndartænastuna og í farnu viku skrivaði grannakommunan, Viðareiðis kommuna somuleiðis undir sáttmálan, sum við hesum fevnir um so at siga allar Norðoyggjar.

- Vit eru als ikki ónøgd við samstarvið við Sunda kommunu og tænastu, sum vit hava fingið frá barnaverndartænastuni har. Hinvegin eru sjálvandi fyrimunir við at samstarva við kommunurnar í økinum, har ein sjálvur er, leggur hon dent á.

Hvannasunds kommuna hevur seinastu tíðina hevur havt fundir við umboð fyri Klaksvíkar kommunu og við Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, sum hevur greitt frá, hvussu arbeiðið hjá tænastuni er skipað. Eftir hesar upplýsandi fundir varð avgerð tikin av kommunustýrinum at fara upp í hetta samstarvið.

- Kommunustýrið hevur á tveimum fundum einmælt samtykt hesa broytingina, upplýsir Katrin Næs, sum heldur, at tað er natúrligt fyri Hvannasunds kommunu at vera saman við hinum kommunum í Norðoyggjum um eina so grundleggjandi tænastu.

Leiðari fyri Barnaverndartænastuna Tonja Ziskason, sosialráðgevi, metir tað eisini sum eitt stig rætta vegin, at kommunurnar í Norðoyggjum eru saman í barnaverndarsamstarvinum fyri økið.

Við hesum verður tænastuøkið hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum víðkað, og harvið økist eisini grundarlagið fyri at skipa eitt enn betri fakligt umhvørvi til hesa umsitingina.

- Ein annar fyrimunur við hesum er, at tað verður einfaldari at skipa barnaverndarsamstarvið við skúlar, heilsufrøðingar og aðrar sosialar myndugleikar, nú vit samstarva í sama øki. Harvið styrknar eisini tað tvørfakliga samstarvið, heldur Tonja Ziskason.

(Mynd: Fýra av borgarstjórunum í Norðoyggjum - John Damberg frá Kunoyar kommunu; Gunvá við Keldu frá Klaksvíkar kommunu; Hans J. Kallsberg frá Viðareiðis kommunu, og Katrin Næs frá Hvannasunds kommunu. Mynd: klaksvik.fo)