Nassa tú bara úr Mentanargrunninum Carl J

Mær tørvar ikki pening fyri at skriva eina bók, tað er ongantíð drívmegin hjá høvundi við gávum

Ólavur í Beiti
rithøvundur

Nú var hann so kroystur Carl J Jensen, at hann stakk høvdið undan kavi, so bæði skalli og hattur komu undan, rotmagi við. Og hevur eina fjantuta og viðvenda viðmerking í Dimmu, og sigur nú í sínum sjálvhálovandi hjálparloysi, at øll skulu fáa úr Mentanargrunninum, eisini tey gávuleysu!
Men í Fimmaranum skilti hann ikki myndina við bommpakkanum hjá vertinum! Bommpakkin var alt ov stórur ella lítil biti hjá hesum alheims høvundi at svølgja - kongabomm eru ikki fyri hann!

Rakreyv
Eg havi ongantíð funnist at, at eg ikki fái úr Mentanargrunninum! Bara ein lítil rætting til Carl J Jensen! Klári meg uttan áralangar starvslønir úr Mentanargrunni Landsins! Sovorðin nassari eri eg ikki! Og heldur ikki rakreyv!
Og hartil skal eg eisini siga, at tað er ikki peningur, sum fær meg at skriva, og heldur ikki peningur, sum gevur mær hugkveiking!
So er tað eisini sagt!

Gávuloysi
At kalla fólk gávuleys, tað er at fara nakað langt! Sovorðið kjak havi eg ongan hug at vevja meg í! Men har trívist Carl J Jensen ivaleyst, sum skilst á hesi fjákutu og hjálparleysu viðmerking, hann hevur í Dimmu!
So nassa tú bara úr Mentanargrunni Landsins, har trívist tú væl!