Álopssinnaði franski landsliðsspælarin Samir Nasri hevur gjørt sáttmála við Arsenal, sum skal gjalda Marseille 130 milliónir krónur fyri spælaran. Nasri verður stundum samanlíknaður við franska stórspælaran Zidane, og 20 ára gamli spælarin hevur longu spælt 9 ferðir á franska landsliðnum. Í Arsenal stúra tey fyri, at Alexander Hleb fer at rýma, og Nasri kann roknast sum avloysari fyri hann.










