Nashville.fo komið út á DVD

Tiltikna konsertin við tónleikarum úr Nashville, og føroyingum sum hava tikið upp sangir í Nashville fæst nú á DVD-fløgu 29. august var hátíðardagur hjá øllum country-fjepparum í Føroyum. Tá var minniliga konsertin hjá sjey tónleikasnillingum úr Nashville, og 16 sangarum úr Føroyum, sum á konsertini sungu 22 sangir.

 

Teir sjey tónleikarnir eru Brent Mason (el-guitar), Paul Franklin (steel-guitar), Edgar Struble (orkesturleiðari), John Hobbs (Keyboards), Bryan Sutton (akkustiskan guitar), Paul Leim (trummur) og David Hungate, ið umvegis fortíð sína sum bassspælari hjá Toto helst er tann mest kendi av teimum sjey tónleikarunum.

 

Eivør Pálsdóttir, Alex Bærentsen, Hallur Joensen, bólkurin 4, Regin Guttesen, Magni Christiansen, Sigrið Rasmussen, Kim Hansen, Ólavur Højgaard, Torkil Mørkøre, Lisa Frederiksberg, Gunnar Justinussen, Theodor Petersen og Svein Askildsen fingu saman við mongu áhoyrarunum eitt minniligt kvøld uppi á Hálsi.

 

 

Nashville.fo konsertin á Hálsi 29. august fæst nú á DVD-fløgu. 16 føroyskir sangarar og 22 sangir í toppgóðsku. Eisini eykatilfar ?Nashville í Føroyum og ?The A-Team?. Alt hetta fæst á einari DVD-fløgu. DVD-fløgan fæst kring alt landið, og kostar 298 krónur.