Naser Khader til Føroya

Khader fer at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum 20. februar.

Føroyingar flestir kenna Naser Khader sum fyrrverandi fólkatingslim. Í næstum verður hann at hoyra og síggja í Føroyum.

 

Fyrilestur verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 20. februar kl. 19.30 við arabiska dananum Naser Khader, ið kallar seg ein kulturkristnan muslim.

 

Hann vaks um sum ortodoksur muslimur í Sýria, men flutti 11 ára gamal við familjuni til Danmarkar í 1974.

 

Naser Khader hevur stóra virðing fyri tí kristna Gudi, ið ikki revsar ivasamar sálir. Arabiski danin sær ómetaliga nógv gott í eini samfelagsskipan, sum byggir á kristin lívsvirðir.

 

Khader, sum eftirlíkaði ynski frá sjey 7 ára gamla soni sínum um at lata seg doypa, kallar seg í dag ein "kulturkristnan muslim"