Naser Khader og Tjóðveldisflokkurin

Í tíðindasendingini fríggjakvøldið slapp Høgni Hoydal at føra fram, uttan viðmerking frá tíðindamanninum, at Naser Khader átti at havt annað at gjørt enn at spæla formyndari í Føroyum. Tað er millum aðrar Tjóðveldisflokkurin, ið hevur drigið málið niður til Danmarkar og ætlar sær í Fólkatingið við tí, um flokkurin »hesuferð« skal takast á álvara.
Torbjørn Jacobsen, fólkatingslimur fyri Tjóðveldisflokkin, boðaði í Politikken tann 30. nov. frá, at hann fór at taka føroyskan fosturtøkupolitikk til viðgerðar í danska Fólkatinginun, fyri at fáa fólkatingið til at hjálpa Tjóðveldisflokkinum við at liberalisera fosturtøkulógina. Í Politikken tann 30. nov. er grein, har m.a Torbjørn er kelda. Har verður m.a. ført fram

»?Thorbjørn Jakobsen er republikaner og en af de to færøske repræsentanter i det danske Folketing. Han vil fremlægge sagen i Folketinget, og håber dermed at kunne gøre noget for at komme den stramme kurs i abortpolitikken til livs.«

Somuleiðis er Kristina Háfoss kelda í aðrari grein í Politikken tann 1. des., har hon er endurgivin fyri at siga

»?Pro Vita burde slet ikke være på finansloven. Kvinder skal have ret til selv at bestemme over deres egen krop - også på Færøerne«, siger Christina Harfoss, finanspolitisk ordfører for regeringspartiet Republikanerne.«

Sjálvandi skulu danskir politikarar ikki blanda seg í, hvørja fosturtøkulóg, ið vit skulu hava í Føroyum, og hvørji feløg, ið skulu stuðlast á fíggjarlógini, men tá sjálvur Tjóðveldisflokkurin boðar frá, at hann vil hava danska Fólkatingið at hjálpa sær ímóti føroyingum, hvat skulu so danskir fólkatingslimir halda? Øll mál, ið verða tikin upp á Fólkatingi, mugu fólkatingslimir viðgera.