Naser Khader er í dag farin frá sum formaður í Liberal Alliance, og hevur eisini melda seg úr flokkinum. Naser Khader hevur í dag melda seg úr flokkinum Liberal Alliance, og hann sigur soleiðis um avgerð sína.
- Eg havi nýtt mína fríðtíð til at hugsa um mína politisku framtíð. Eg havi funnið útav, at eg má hava hjartaði við, og eg havi als ikki hjartaði við í tí sum Liberal Alliance nú er blivi til.
Soleiðis skrivar Naser Khader í einum tíðindaskrivi.
- Tá vit stovnaðu Ny Alliance, ímyndaði eg mær ein flokk, ið var í tráð við tað sum eg havi stríðst fyri í mong ár, men eg megnaði ikki at fylgja tí ætlanini, skrivar Naser Khader.
Hann greiður frá, at ætlanirnar mistu síni sosialu virði, og nú botnar tað bert í tølum og fíggjarpolitikki, og tað kann Naser Khader ikki sláa seg til tols við.
- Eg eri ikki liberalist, eg eri liberalur. Ein kann gott verða liberalur, uttan at verða liberalist, eins og ein kann verða sosialur uttan at verða sosialist, sigur hann.
Khader sigur í tíðindaskrivi, at hann hevur stóran part av ábyrgdini av at flokkur hansara fekk eina afturgongd.
- Eg má viðurkenna at eg havi míni mørk, og at eg misti stóran part av ætlanunum á gólvi. Har sum eg misti meg sjálvan burtur, var tað ikki longur ein spurningur um virði og hugsjónir, men bert ein spurningur um politisk vald. Tað var bara ikki eg.
- Tað er eisini tí at eg má viðurkenna, at eg ikki eri ein góður floksformaður. Eg brenni fyri øðrum evnum, fyri nøkrum hugsjónum og hugskotum ? fyri nøkrum virðum. Tað haldi eg ger meg til ein góðan politikara, men ikki floksformann.