Tað er ikki bara í Havn at rok er um matarskránna á almennum stovnum. Kjakið hevur eisini gingið í Danmark, har onkur einstøk kommuna er farin so langt, at hon hóttir við at seta svínakjøt á matarlepan og noyða fólk at eta tað.
Nú svarar fólkatingslimurin Nasser Khader aftur, tó við einum skálkabrosi. Sjálvur er hann úr Damaskus úr Sýria og muslimur, men lívrættur hansara er kortini ikki svínakjøt, men heldur kryddaðar lambsfrikadellur, og tá helst úr føroyskum lambskjøti.
Her er hansara uppskrift:
Malið lambskjøt
Stórir leykir
Hvítleykur
Koriander
Kanel
Kilipulvur
Egg
Salt