NASA tikið fyrstu nærmyndirnar av Pluto

Amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, hevur í dag almannakunngjørt myndir, ið rúmdarsondan New Horizons hevur tikið av Pluto.

Myndirnar vórðu tiknar fyrr í dag, tá rúmdarsondan fleyg framvið Pluto. Myndirnar vóru tiknar 68.000 kilometrar frá Pluto. Seinni í nátt vænta granskarar í NASA, at fáa fatur á fleiri myndir av Pluto, ið eru tiknar við eini styttri frástøðu.


Talan er um fyrstu sondu ella rúmdarfar, ið ger kanningar av Pluto og hennara fimm mánum.


- Eg má klípa meg sjálva. Hygg hvat vit kláraðu, segði Alice Bowman, ið er leiðari fyri verkætlanini.


Pluto varð uppdagað í 1930 av tá 26 ára gamla Clyde Tombaugh. Leingi varð mett, at Pluto var níggjunda og uttasta gongustjørnan í okkara sólarskipan, men í 2006 varð avgjørt, at Pluto ikki longur kundi metast, at vera ein gongustjørna.


Pluto var annars tann seinasta av teimum klassisku gongustjørnunum, ið USA ikki hevði kannað, og við myndunum er USA fyrsta land í heiminum, ið hevur gjørt kanningararbeiða av øllum teimum klassisku gongustjørnunum í okkara sólarskipan.