NASA kannar ís í Íslandi og Grønlandi

Í summar fer ein fylgisveinur hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA at taka myndir av teimum íslendsku gosfjøllunum og jøklunum og at savna upplýsingar um tey. Fylgisveinurin skal eisini taka myndir av innlandsísinum í Grønlandi, skrivar Science Daily.

Arbeiði at kanna og máta gosfjøllini og jøklarnar í Íslandi og tann grønlendska innlandsísin er partur av einari stórari verkætlan hjá NASA í 2012, sum eisini umfatar tilsvarandi kanningar aðrastaðni á jørðini .

NASA hevur ætlanir um at senda ein fylgisvein í ringrás um jørðina í 2016 til at kanna tey øki á jørðini, sum eru undir ísi.