Vanliga kenna við NASA sum tann amerikanska stovnin, sum ger kanningar í rúmdini, men stovnurin kannar eisini viðurskifti niðri á jørðini. Í gjár kom eitt flogfar til Grønlands við nøkrum NASA-granskarum, sum skulu kanna ísin við Norðpólin.
Tær næstu fimm vikurnar skulu granskararnir flúgva nakrar ferðir uppi yvir pólísinum við serligum tólum, sum vísa, hvussu nógvur ísur er har, og hvussu tjúkkur hann er.
NASA sigur, at vanliga er ísurin mestur í mars og apríl, og tí verða kanningarnar gjørdar nú.