Tað var ísakalt uttanvert skipssíðuna hetta kvøldið. Men uppaftur kaldari kendist tað, tá boðini um, at Narvi var farin, bert 48 ára gamal, bórust yvir telefonina.
Narvi varð føddur í Hvalba, miðlingur av trimum brøðrum. Har sleit hann sínar barnaskógvar í einari bygd við so nógvum avbjóðingum fyri ein ovita, hugsast kann. Vaks upp vesturi á Heyggi. Har var tað Heygsvatn og Fiskieiði, ið vóru tey mest spennandi spæliplássini, ein kundi hugsa sær. Ein so djarvur unglingi, sum Narvi var, lat sær ikki siga tvær reisur. Saman við sínum javnaldrum, sum tá vóru nógvir í tali á Heyggi, vóru hesi pláss á skránni nærum dagliga. Men líka so djarvur, hann var, líka so lítillátin var hann. Gjørdi ongan háva burtur úr sær sjalvum. Altíð við tí góða orðinum og einum smíli, ið dróg menniskju at sær. Soleidis var Narvi, óansæð nær ein møtti honum.
Tá barnaskulin var liðugur, var tað sjógvurin, ið dróg. Sigldi trúliga til hann fór á sjámansskálan at nema sær útbúgving. Fann sær konu av Strondum, har hann setti búgv. Sigldi í nógv ár sum stýrimaður hjá Torm og var sum vera man nógv avhildin. At hann sum stýrimaður hevur rættað manga kósina fyri ymisk frávik, er sjalvsagt. Men tann kósin hann setti sær frá barnsbeini av helt líka til tað síðsta. Tað var undrunarvert so avkláraður tú vart, hóast tú viknadi dag fra degi. Alt tað myrka og dapra, sjúkan hevði við sær, kláradi hon ikki at kúga títt lætta og ljósa lyndi.
Ein kundi skrivað so nógv um Narva, men tað verður alt ov drúgført i einum vanligum dagblað. Kann to ikki lata vera við at minnast aftur á allar bilturarnar við tær. Alt tú visti at greiða frá um bilar var nakað heilt fyri seg. Síðan tíðina saman til skips, har tu heldur ikki smæddist burturimillum. Hetta eru minni, ið fløva, ein tíð, ið ikki kemur aftur.
At enda vil eg minnast teg Asbjørg og børnini. Móðir og brøðir tinar og teirra kæru. Tit hava mist ein, ið stóð tykkum nær og var góður vid tykkum. Má Harrin styrkja tykkum í tidini, ið kemur. Narvi er har, sjúka og pina ikki er longur. Tad var tað, hann bygdi sítt álit a.
Vid hesum fau ordum vil eg lysa frid yvir Narva
Frændi