Arne Thorsteinsson, næstformaður í Landsfelag Pensjónista
-------------
Seinastu 12 árini hava vit sæð, hvussu fólkapensjónin er minkað í virði. Samlaða fólkapensjónin hevur mist virði í mun til lønarvøksturin í samfelagnum.
Hetta verður tilvitað gjørt av politikarum okkara við ikki at javna grundupphæddina í fólkapensjónini, sum allir fólkapensjónistar fáa og við bert at javna pensjónsviðbøturnar.
Stóri trupulleikin í hesum samanhangi er, at hjá øllum fólkapensjónistum hevur grundupphæddin verið nógv tann størsti parturin av fólkapensjónini. Tann parturin hevur verið tann sami øll árini. Hóast pensjónsviðbótin er hækkað í mun til grundupphæddina, er hon enn ikki komin upp á helmingin av samlaðu fólkapensjónini – og javningin hevur tí verið minni enn helmingurin av tí, hon átti at verið.
Landsfelag Pensjónista hevur ferð eftir ferð gjørt vart við, at tað kann ikki bera til at fólkapensjónistarnir, sum hoyra til tann fíggjarliga veikasta partin av samfelagnum, skulu fáa inntøkur teirra javnt og samt niðurlagaðar.
Fullfíggjað hagtøl viðv. lønarvøkstri seinastu 12 árini eru ikki tøk, og hava vit tí gjørt nakrar stakroyndir í lønarsáttmálum og -talvum. Hesar benda á, at lønarvøksturin hevur ligið um 40 – 45% hesi 12 árini, og tað hevur tí áhuga fyri fólkapensjónistar at vita, í hvønn mun javningin av samlaðu fólkapensjónini hevur fylgt lønargongdini:
Fólkapensjónsveitingarnar eru í trimum og verða veittar í samsvari við aðra skattskylduga inntøku, sum pensjónisturin hevur:
1. Áleið 29 % av fólkapensjónistunum fáa einans grundupphædd, tí teir umframt fólkapensjónina hava eina skattskylduga inntøku yvir 109.760 kr(gift) ella 124.180 kr (ógift). Javningin av teirra fólkapensjón seinnu 12 árini hevur verið 0 %,
2. Áleið 9% av fólkapensjónistunum fáa eisini pensjónsviðbot, tí skattskylduga inntøka teirra umframt fólkapensjónina hevur verið minni enn 109.760 kr (gift) ella 124.180 kr (ógift). Samlaða javningin av fólkapensjón teirra - grundupphædd+pensjónsviðbót - hevur verið 29% (gift) og 27% (ógift).
3. Áleið 62% av fólkapensjónistunum fáa harumframt serliga oljuviðbót, tí skattskylduga inntøka teirra umframt fólkapensjónina hevur verið minni enn 60.000 kr fyri ógift og tilsamans 80.000 kr fyri bæði, sum eru gift. Teirra samlaða javning hevur verið 32% (gift) og 31% (ógift).
Eingin fólkapensjónistur er sostatt komin í námind av eini javning, sum er á hædd við lønargongdina í samfelagnum, ið hevur givið eina lønarjavning upp á 40-45%. Virðið av fólkapensjónini hjá hvørjum einasta pensjónisti í Føroyum hevur tí verið í støðugari minking hesi árini. Samstundis síggja vit, at tá sagt verður, at tann peningur, sum landskassin hevur spart við ikki at javna grundupphæddina, hevur verið nýttur at vaksa um viðbøturnar, er hetta beinleiðis skeivt.
Pensjónsnýskipanin fer framhaldandi at skarva burtur av fólkapensjónini
Javningin av nýggju samanløgdu fólkapensjónini tekur útgangsstøði í teimum upphæddum, sum fólkapensjónin hevur verið lagað niður á farnu 12 árini. Ætlanin er á hvørjum ári at javna við helminginum av prísvøkstrinum og helminginum av lønarvøkstrinum í farna ári. Tó verður ongantíð javnað við meir enn lønarvøkstrinum.
Tað kann vera torført beinan vegin at gjøgnumskoða, hvat hetta ber í sær. Men eftir nærlestur av viðkomandi tekstum í pensjónsnýskipanaruppskotinum sæst, at ætlanin er framhaldandi at niðurlaga fólkapensjónina. Dømi er givið í viðmerkingunum til lógaruppskotið, har sagt verður, at hækkar lønin 3% og prístalið 1% ,verður fólkapensjónin hækkað 2%. Her dregur prístalið pensjónsjavningina niður. Men hækkar prístalið 3% og lønin 1%, verður fólkapensjónin bert hækkað 1%.
At hava prístalsjavningina við í útrokningunum og samstundis áseta, at hon bert má brúkast, tá hon togar fólkapensjónsjavningina niður, fer í eini tíð við hækkandi prísum og lønum framhaldandi at máa burtur av virðinum í fólkapensjónini.
Hetta er ikki bert ein pástandur. Arkitektarnir aftan fyri pensjónsnýskipanaruppskotið hava sjálvir roknað út, hvat landskassin fer at spara við at nartla burtur av fólkapensjónini hjá øllum fólkapensjónistum
Minni útreiðslur av ikki at javna við fullari lønarjavning:
Ár : 2012 2013 2014 2015 2020 2030 2040 2050
mill. kr: 0 4 11 18 55 153 281 375
Vit síggja sostatt, at politikarar og embætisfólk við vitandi og vilja støðugt hava skarvað burtur av inntøkunum hjá teimum veikastu í samfelagnum og ætla at halda áfram við tí mong ár fram í tíðina, soleiðis at heldur enn at bøtt verður um fólkapensjónina, fer hvør einstakur fólkapensjónistur at merkja sviðan av, at inntøkur hansara verða støðugt minni verdar.
Niðurlagingin hevur størstan týdning í spariætlanini
Pensjónsnýskipanin er og hevur alla tíðina verið ein spariætlan fyri landskassan. Spariútrokningarnar røkka heilt fram til ár 2050. Tað árið er ætlanin at spara landskassanum fyri 692 mill. kr í fólkapensjónsútreiðslum. Sum tað sæst omanfyri stavar tann størri parturin av hesi upphædd, 375 mill. kr, frá ikki at javna fólkapensjónina við fullari lønarjavning, soleiðis sum í enn størri mun hevur verið gjørt hesi 12 undanfarnu árini.
Spariætlanin fer ikki at halda
Viðmerkingarnar til lógaruppskotið benda á, at arkitektarnir aftan fyri nýskipanina ikki sjálvir halda, at spariætlanin fer at bera, sum frá líður. Teir føra m.a. fram, at framvegis fer at verða trýst á politikararnar at hækka fólkapensjónina. Og rætt hava teir. Politikarar eiga tí longu nú at síggja í eyguni, at ætlaða sparingin komandi árini, ið stendst av ikki at veita fólkapensjónistum fulla lønarjavning, er bæði ómoralsk og órealistisk.
Eru útrokningar okkara av lønargongdini bert nøkurlunda á leið, fáa verandi fólkapensjónistar í dag alt ov lítið útgoldið í fólkapensjón samanborið við lønarlagið:
Ógiftir pensjónistar við einans grundupphædd fáa hvønn mánaða uml. 1670-1875 kr ov lítið ,
Giftir pensjónistar við einans grundupphædd fáa hvønn mánaða uml.1325 – 1490 kr ov lítið.
Hetta er við vitandi og vilja hjá okkara politikarum, sum eyknevna hesar pensjónistar “ríkar pensjónistar”, tí teir giftu teirra millum hava meir enn 109.760 kr í skattskyldugari inntøku av egnari pensjónsuppsparing ella løntum arbeiði, meðan teir ógiftu hava 124.180 kr
Tað politikarar og teirra embætisfólk dylja, er, at
giftir pensjónistar, ið hava so lítla egininntøku, at teir umframt grundupphædd eisini fáa viðbót, fáa hvønn mánaða uml 490 – 715 kr ov lítið,
ógiftir pensjónistar í somu støðu fáa hvønn mánaða uml. 750 – 1045 kr ov lítið,
giftir pensjónistar, ið harumframt fáa serliga viðbót, fáa hvønn mánaða uml. 370 – 645 kr kr ov lítið,
ógiftir pensjónistar í somu støðu fáa hvønn mánaða uml. 550 – 975 kr ov lítið,
Hetta er tí, at politiska skipanin í 12 ár hevur sýtt teimum somu javning, sum løntakarar fáa.
Ta sparing, sum ber heitið “minni útreiðslur av ikki at javna við fullari lønarjavning” fara fókapensjónistar neyvan framhaldandi at lata sær lynda. Tí skal verða mælt til, at fólkapensjónin framyvir skal verða javnað við fullari lønarjavning, so bæði fólkapensjónistar og politikarar sleppa undan teirri óvirðiligu støðu, sum framhaldandi niðurlaging av inntøkunum hjá fólkapensjónistum hevur við sær.