Narkotika fyri 5,1 milliónir krónur til føroyskan ungdóm

Maðurin, sum alla hesa vikuna er til viðgerðar í Føroya Rætti í stóra rúsevnamálinum, hevði rúsevni í bilinum, sum kundu verðið seld á gøtuni í Føroyum fyri 5,1 milliónir og keypararnir høvdu í høvuðsheitum verið ungfólk

Hevði ein maður selt øll tey rúsevnini í gøtuni í Føroyum, sum hann hevði fingið hendur á, hevði tað gjørt hann til millióning - fleiri ferðir.

Tað er komið fram í stóra narkotikamálinum, sum hevur verið til viðgerðar í einum nevningatingi í Føroya Rætti alla hesa vikuna.

Maðurin er ákærdur fyri at hava varðveitt yvir 24 kilo av amfetaminpulvuri og sløk 15 kilo av ekstasypulvuri fyri tveir íslendskar smuglarar í eina góða viku í september í fjør.

Teir báðir komu til Føroyar í einum stuttleikabáti og ætlanin var, at evnini skuldu smuglast víðari til Íslands.

Men tá ið teir báðir íslendsku smuglararnir fóru av aftur landinum, lótu teir tveir ryggsekkir við rúsevnum verða eftir hjá tí ákærda í Føroyum.

Talan var um 796 gramm av amfetamini og 982 gramm av ekstasypulvuri.

Ekstasypulvuri, sum talan er um, eru nóg mikið til at gera yvir 14.000 miðal sterkar tablettir burturúr.

Men verður tað blandað veikari, fáast sjálvandi nógv fleiri tablettir burturúr.

Í einum grammi av amfetamini eru 3-4 “banar”, sum tað eitur á fakmáli og leyðsliga mett høvdu tey 796 grammini av amfetamini sostatt verið nóg mikið til einar 3000 “banar”.

Ákærdi goymdi evnini í bilinum, men løgreglan legði hald á tey, tá ið bilurin varð rannsakaður.


Seljast fyri 5,1 milliónir

Undir rættarmálinum hevði ákærin gjørt sær ómak at víst nevningunum, hvussu stórt virði hendan nøgdin av narkotika hevði havt á svarta marknaðinum í Føroyum.

Í hesum sambandi bygdi ákærin sínar metingar á upplýsingar frá narkodeildini hjá løgregluni. Alt hetta bygdi sostatt á upplýsingar, sum løgreglan kom fram á í sínum kanningum og tað, sum løgreglan hevði lagt hald á og sjálvandi eisini tað, sum hon annars visti um hetta virksemið í Føroyum.

Og ákærin segði, at hevði øll hendan mongdin av rúsevnum verðið seld á gøtuni í Føroyum, hevði søluprísurin verið góðar 5,1 milliónir krónur.

Hon vísti á, at tað er nógv dýrari at keypa rúsevni á svarta marknaðinum í Føroyum enn tað er at keypa á gøtuni í okkara grannalondum.

Í Føroyum kostar ein ekstasy tablett ímillum 300 og 350 krónur og eitt gramm av amfetamini kostar 700-800 krónur.

Í Danmark er prísurin á amfetamini 100-300 krónur fyri grammið, alt eftir hvar í landinum tað er og ein ekstasytablett kostar 30-150 krónur.

Men prísurin á hvørjari tablett kann fara heilt niður í 8-12 krónur fyri hvørja, tá ið talan er um stóran nøgdir, sum vera keyptar og er talan um amfetamin kann talan eisini verða um stóran nøgdaravsláttur.

- So tað kann av sonnum siga, at tað er stórur vinningur í at selja rúsevni í Føroyum, segði ákærin.

Men sjálvandi kunnu prísirnir eisini víkja frá tí vanliga undir serligum umstøðum

Í hesum sambandi hevur løgreglan verið úti fyri, at keyparar fáa ein ávísan avsláttur, tá ið talan er um at keypa stórar nøgdir, ella tá ið keypari og seljari eru serliga væl.

Einaferð hevur løgreglan eisini verið úti fyri, at keyparar hava trýst prísirnar langt niður, tí dygdin í eini sending var ov vánalig, samstundis nógv betri slag eisini var í umfari.

Fyri yvirhøvur at sleppa av við tað vánaligu vøruna, hevði seljarin sostatt onki val enn at lækka dumpa prísin.


Flestu keyparar eru ungfólk

Tað er eisini greitt, at vórðu allar hesar 14.000 ekstasytablettirnar og øll hesi 796 grammini av amfetaminpulvuri selt á gøtuni í Føroyum, høvdu teir allarflestu keypararnir verið ungfólk.

Ákærin sigur, at royndirnar hjá løgregluni vísa, at høvuðsbólkurin av narkotika- misbrúkarum í Føroyum eru ungfólk ímillum 18 og 25 ár.

- Elsti misbrúkari, sum løgreglan veit um, er 50 ára gamal og tann yngsti er bara 12 ára gamal, segði ákærin.

Men misbrúkararnir gerast alsamt yngri og yngri og løgreglan sigur nú, at talið á blaðungum misbrúkarum í aldursbólkinum ímillum 16 og 18 ár, er eisini vaksin nógv seinastu tíðina.

Vanliga hava tað mest verið dreingir, sum hava misbrúkt rúsevni, men seinastu tíðina eru eisini fleiri og fleiri gentur at finna ímillum misbrúkararnar, so at nú at er at kalla javnstøða á økinum.

Somuleiðis er greitt, at nettupp amfetamin og ekstasy eru blivin heilt vanlig rúsevni, men hassj er eisini vanligt.


Tveir rúsir í part

Ákærdi vísti á, at verður keyparabólkurin í hesum føri settur til aldursbólkin ímillum 15 og 30 ár, eru tilsamans 9877 fólk í hesum aldursbólki í Føroyum.

Tað merkir, at tær nøgdirnar, vit her tosa um, høvdu verið nóg mikið til tveir rúsir í part hjá øllum aldursbólkinum í Føroyum ímillum 15 og 30 ár.

Men sjálvandi er tað meginparturin av hesum, sum ikki misbrúka rúsevni yvirhøvur og sostatt er talan um rættiliga nógv rúsevni til teir misbrúkarar, sum eru.

Àkærin gjørdi hesar staðfestingar fyri at vísa, hvussu nógv rúsevni, talan í veruleikanum er um í hesum máli.

Men ákærin vísti eisini á, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, men vórðu somu nøgdir upp á seg eftir fólkatalinum smugglaðar til Danmarkar, hevði talan verið um 103,5 kilo av amfetamini og 127,6 kilo av eksasypulvuri.

- So í hesum føri er talan um heilt stórar upphæddir eftir føroyskum viðurskiftum, segði ákærin.


Ávirkar ikki prísin

Hon vísti eisini á, at eftir teimum royndum, sum løgreglan hevur, hevði tað ikki ávirkað prísirnir nevnivert, at so stór nøgd kom á marknaðin í senn.

Løgreglan hevur áður verið úti fyri, at, at stórar mongdir eru komnar til landið í senn, uttan at tað hevur ávirkað prísin niðureftir.

Men ákærin helt nú heldur ikki, at alt hevði komið á marknaðin ísenn fyri ikki at gera útboðið ov stórt.

- Snild handilsfólk vita, at marknaðurin skal ikki oysast undir í eini vøru, tí soi er vandi fyri, at prísurin fellur.

Hetta vita narkotika-sølufólk eisini.