Nargis kravdi 100.000 mannalív

Amerikanskir myndugleikar vilja vera við, at melduródnin Nargis hevur kravt umleið 100.000 mannalív í Burma

 

- Upplýsingarnar, sum vit hava fingið, benda á, at talið á deyðum kann vera umleið 100.000 og kanska oman fyri tað, sigur Shari Villarosa, sum er ovasti amerikanski diplomaturin á amerikonsku sendistovuni í Burma.

Melduródnin gjørdi ser­liga stóran skaða í Irra­waddy-ósanum, og tað er eisini har, at nógv flest manna­lív eru farin. Shari Villa­rosa sigur við amerik­anskar fjølmiðlar, at umleið 95 prosent av øllum húsum og bygningum í økinum í og kring ósan eru oyðiløgd, og at støðan hjá teimum, sum framvegis eru á lívi har, er syndarlig.

Útlendskir hjálpar­felags­skapir bera ótta fyri, at um­farssjúkur kunnu fara at gera um seg, tí tørvurin á reinum vatni er ovurstórur. CNN sigur, at fólk í tíggju­túsundatali hava einki reint vatn, og tey hava lítið og einki at eta.

Stýrið undir trýsti

ST, ES og USA hava lovað at hjálpa Burma við peng­um, men tey hava ikki álit á, at hernaðarstýrið fer at brúka pengarnar til at hjálpa teimum raktu.

Samstundis sýta mynd­ug­leikarnir fyri at lata fremm­and hjálparfólk sleppa inn í landið. Felagsskapinum av asiatiskum londum, Asean, heitti í morgun á hernað­ar­stýrið um at taka av til­boðnum um hálp.

- Ein millión fólk mugu fáa hjálp beinanvegin, segði talsmaðurin hjá Asean, Surin Pitsuwan, við Reuters. Hann legði afturat, at fleiri Asean-lond leggja stórt trýst á stýrið í Burma fyri at fáa tað at lata dyrnar upp fyri altjóða hjálp og hjálp­arfólki.