Feløg og havnir gera seg nú klár til at taka ímóti tí stóra oljuævintýrinum, og ikki sørt av virksemi er longu byrjað í landinum til tess at vera búgvin, tá teir fyrstu droparnir verða pumpaðir úr havdýpinum.
Herfyri varð nýtt felag stovnað, North Atlantic Provider, og um hetta veitingarfelag, sigur stjórin Suni á Dalbø, at partafelagið er samansett av útlendskum fyritøkum, við neyðugum »know-how« innan veitingar til frálandavinnuna, og føroyskum fyritøkum, ið síggja N.A.P (North Atlantic Provider) sum sín møguleika fyri beinleiðis at koma sær uppí vinnuna.
Skeivt við klausuli
Og um nýggju oljulóggávuna sigur stjórin, at uttan neyðug tiltøk, sum gera okkum til reiðar at veita tænastu og veitingar til eitt komandi frálandavirksemi við Føroyar, er tað meiningsleyst at hava við í eini oljulóggávu, at alt virksemi skal um føroyska havn og flogvøll.
? Vónandi er tað ikki meiningin við hesum »klausuli« at einans útlendskar fyritøkur skulu veita tænastur um føroyskan keikant, sigur Suni á Dalbø.
Konsulentuppgávur
Viðvíkjandi spurninginum, hvørjar ætlanir eru við hesum nýggja felagnum, sigur stjórin í NAP, at okkara virksemi verður til ein og hvørja tíð tengt at í hvørjari »fasu« av oljuvinnutilgongdini við eru í.
? Nú beinanvegin (t.e. áðrenn 1. útbjóðingarumfar) verður dentur lagdur á uppgávur, sum í tali eru rímuliga nógvar, men í stødd ikki so umfatandi; hesar koma ofta at verða beinleiðis konsulentuppgávir, og nevnir Suni á Dalbø, smærri uppgávur fyri føroysk virki, stovnar og einstaklingar, smærri uppgávur fyri útlendskar fyritøkur og oljufeløg og eitt sindur av umboðan og fyrisiting.
Alternativ
Spurdur um hetta virksemi hjá NAP ikki er tað sama sum aðrar ætlanir eru, t. d. á Drelnesi, sigur Suni á Dalbø, at tað verður neyðugt við eini rímuligari nøgd av bæði veitingum og tænastum, áðrenn tað økonomiskt gevur meining at snakka um ein (ella fleiri!) beinleiðis supplybasar í Føroyum; hetta vilja vit fara í holt við so hvørt og í mun til staðfestan tørv.
? Hinvegin vóna vit, at oljufeløgini síggja okkum sum eitt beinleiðis alternativ til projektini omanfyri, men við tí (fyri)muni at vit eru tilreiðar nú beinavegin.
? Men vit vóna somuleiðis, at føroyingar yvirhøvur harafturat síggja okkum sum eitt møguligt amboð til at koma í gongd við virksemi, ið longu nú er interessant fyri føroyskt vinnulív.
Og at enda sigur stjórin í NAP, Suni á Dalbø, tá spurningurin snýr seg um vónirnar í sambandi við føroysku oljuvinnuna, at tað er eingin ivi um, hvør hon er.
? Eg vóni at vit føroyingar kunnu bera so í bandi, at oljuvinnan kemur føroyskum førleika (know-how), føroyskum vinnulívið og Føroya fólki at gagni á ein hátt, sum førir við sær, at Føroyar verða eitt ríkari land í tíðini framyvir - hetta bæði so og so.










