Naomi Campbell etur ikki í 18 dagar

Soleiðis heldur hon seg klæna, greiðir hon frá á Oprah.

Hon er kend fyri at gera nógvar gølur, og sum nógv kend í Amerika, fara tey á Oprah Winfrey Show fyri at fáa almenna fyrigeving.

 

Her greiðir hon eisini frá, hvussu hon sum 40 ára gomul megnar at halda seg klæna. Tað er ein flótandi kurur, ið eitur Master Cleanse Limonade, ið er samansettur av sitrónum, siruppi og cayenne-pipari. Kurur skal haldast í minsta lagi í 10 dagar. Umframt hetta er loyvt at drekka vatn við havsalti, myntu og urtate.

 

- Hetta geri eg tríggjar ferðir um árið, og eg havi einaferð klárað at gjørt tað í 18 dagar, sigur Naomi.

Maður hennara hjálpir henni at halda seg klæna við at nokta henni at eta breyð, skrivar BT.dk.