Portugisiski spælarin Nani hevur ikki fingið so nógva spælitíð í Manchester United í ár. Bert seks ferðir hevur Nani spælt frá byrjan, og nú verður tosað um, at Nani skal skifta felag. Men spælarin sjálvur hevur ikki hug at geva upp. - Tað er trupult at spæla í Manchester United, tí her eru so nógvir góðir spælarar. Men eg eri glaður fyri at spæla her, og eg vil halda fram her, sigur Nani.










