Nani skaddur í ein mánað

Manchester United má klára seg uttan bóltsnillingin komandi mánaðin, eftir at hann í dystinum móti Liverpool gjørdist móttakari av eini ófantaligari takling. Mest umtalaða støðan í arvafíggindaupggerðini millum Liverpool og Manchester United, var tá Liverpool verjuleikarin, Jamie Carragher stutt fyri hálvleik taklaði Nani. Varaliðskiparin hjá Liverpool rakti ikki bóltin, men skinnabeini á Nani, ið mátti berast av vøllinum við opnum sári inn á bein.

 

Niðurstøðan hjá Manchester United er, at Nani ikki verður tøkur aftur fyrr enn um ein góðan mánað, skrivar Dailymail í dag. Fyrrverandi dómarar og fótbóltsviðmerkjarar eru á einum máli um, at Jamie Carragher skuldi verið útvístur fyri hendingina. Dómarin valdi bara at geva honum gult kort.

 

Nani hevur umvegis sína twitter síðu takka fyri stuðulin frá viðhaldsfólkunum. Dailymail skrivar eisini, at Jamie Carragher eftir dystin bað Nani um umbering fyri taklingina.

 

Sir Alex Ferguson boykottaði fjølmiðlarnir eftir dystin og gav leikarunum somu boð. Hann sigst vera óður um viðferðina, ið Wayne Rooney fekk eftir Wigan dystin, tá hann albogaði ein Wigan leikara. Hann hevur eisini valt at boykotta sjónvarpsrásina hjá Manchester United, MUTV. Hann er óður um, at sjónvarpsrásin ikki sensureraði eina samrøðu við hann eftir dystin móti Chelsea. Samrøðan hevur nú fingið enskafótbóltssambandið at ákæra Sir Alex Ferguson fyri ósømuligan atburð.

 

Nani verður ikki tøkur til dystirnar móti Arsenal í FA Cup og Marseille í Champions League. Manchester United vónar, at hann verður tøkur til Premier League dystin móti West Ham fyrst í komandi mánaði.