Nani ónøgdur um Fergie

Nani, sum á sinni varð keyptur fyri £18 milliónir, hevur havt trupult við at spæla seg til fast á pláss hjá Manchester United, og nú gevur hann venjara sínum part av skuldini fyri hetta. – Tað er trupult at hava støðug avrik, tá tú ikki hevur álit frá venjaranum. Sjálvur varð eg settur á beinkin til dystirnar móti Liverpool, Manchester City og Tottenham, og so er tað truplari at røkka hæddunum, sigur Nani. Hann leggur tó dent á, at hann ikki ætlar sær at leita eftir øðrum felag.