Hóskvøldið skipaði Nánd Heimatænastan, sum er felags tænastan fyri Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, fyri kunningarkvøldi á Kambsdal. Tiltakið varð skipað í samband við, at Nánd nú fer at bjóða fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk, sum eru 75 ár og eldri.
- Umleið 90 fólk vóru við til tiltakið í hølunum hjá Dugna. Lagt varð fram um ætlanirnar og innihaldið av fyribyrgjandi vitjanum, um týdningin av røttum kosti og um týdningin av rørslu.
Tað veit heimasíðan hjá Eysturkommunu at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at sum nakað nýtt hevur Nánd gjørt avtalu við Fuglafjarðar kommunu og Kappróðrarfelagið um at geva fólki í aldrinum 67+ møguleika at ganga til sjálvsvenjing í kappróðrarneystinum í Fuglafirði. Úrslitið er, at møguleiki verður hjá 67 ára gomlum og eldri at venja tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag frá klokkan 10-12.30.
- Tiltakið á Kambsdali endaði við einum góðum drekkamunni, umframt at fólk kundu royna sína kondi, máta blóðtrýst, puls og gera kanning hjá fysioterapeuti.
Heimasíðan hjá Eysturkommunu veit at siga, at umframt fyrilestrar um sunnan kost og um týdningin av at røra seg, spældu Jóannes S. Hansen og Monika Stauss livandi tónar, og Flemming Petersen vitjaði eisini við guitaranum og segði frá indianarasøgum.










