Nánd sigur, at fólkatalið í Føroyum økist støðugt, og parturin av eldri borgarum veksur lutfalsliga mest. Í løtuni fer umleið fjóringur av rakstrinum hjá Fuglafjarðar- og Eysturkommu til eldraøkið. Um vit skulu halda fram við somu tænastum í framtíðini, fer tað at viðføra, at upp móti helmingurin av rakstrunum hjá kommunum fara til eldraøkið innan tey komandi árini.
Ein onnur avbjóðing er, at tað ikki er møguligt at vaksa um starvsfólkatalið samsvarandi, hvørki við fakfólki ella við føroyingum. Tí er vandi fyri, at tað vera starvsfólk, sum ikki duga føroyskt, sum fara at vera um okkara eldru borgarar.
Tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið, misti hetta økið røktarheimsplássini, sum vit áður høvdu á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Neyðugt hevur tí verið at nýtt sambýlispláss til røktarheimspláss. Hetta eru hvørki nøktandi umstøður til røktarheimspláss, samstundis sum møguleikin fyri sambýlilsplássi hjá eldri borgarum er minkaður nógv.
Hvussu kunnu vit so tryggja bestu tænastu til okkara eldru borgarar, soleiðis at tey varðveita lívsgóðsku alt lívið?
Til ber at fáa meira fyri minni, ella í øllum førum at fáa nógv meira fyri tað sama.