Nancy Pelosi vitjar Ilulissat

Tann demokratiska forkvinnan fyri Umboðsmannatingið í USA, Nancy Pelosi, og ein sendinevnd frá amerikonsku kongressini vitjar í hesum døgum í Grønlandi.

Tey skul vitja amerikanska granskarar á innlandsísinum og kanna globalu upphitingina.

Hans Enoksen, landsstýrisformaður í Grønlandi heldur, at vitjanin hevur stóran týdning upp á longri sikt.

- Hetta er fyrstu verð, at Grønland hevur vitjan av einum so høgstandandi persóni úr USA. Tí er tað sera umráðandi fyri okkum at geva henni eina fatan av okkara gerandisdegi, okkara nýtslu av náttúruni, og ikki minst greiða henni frá globalu upphitingini, sigur hann.

Hans Enoksen sigur, at samstarvið við amerikanararnar verður betri og betri, sigur Hans Enoksen.