Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíðarskúlan og Samspíran í Nes kommunu
Størvini eru til Frítíðarskúlan og Samspíran á Toftum. Tey, sum gerast námsfrøðingar í summar, eru eisini vælkomin at søkja.
Ì Samspíranum eru 2 stovur, og er opin frá 7.30 til 17.00. Samspírin er eitt skúlabólka tilboð til børn í
aldrinum 6-7 ár. Vit stremba eftir at geva øllum børnum mennandi og aldurssvarandi avbjóðingar á
stovninum, ið taka støðið í einstaka barninum og tess førleikum.
Ì Frítíðarskúlanum eru børn í 1.fl. og 2.fl. aftaná skúlatíð. Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar,
harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar. Havast skal í hug at hettar er frítíðin hjá børnunum.
Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar
fyri at verða úti í náttúruni. Á stovninum eru uml. 80 børn. Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein
gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.
Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum at byrja 11.08.25 til Frítíðarskúlan og Samspíran. Størvini eru
25 og 30 tímar. Talan er um føst og tíðarmarka størv.
Vit bjóða:
• Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
• Møguleika fyri persónligari menning
• Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
• Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin
námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega,
áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara á tlf. 565023/565043
Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta
lagi mánadagin 26. mai 2025.
Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.f