Námsfrøðingar inn í skúlarnar

Skrivarin í Pedagogfelagnum metir, at trivnaðin í fólkaskúlanum økist, um pedagogar sleppa framat.

- Frá Pedagogfelagnum fer nú aftur ein útrøtt hond til avvarðandi myndugleikar. Latið okkum fara í gongd við eina tilgongd at fáa námsfrøðingatoymir inn í føroyska fólkaskúlan. Eitt stig á leiðini at fáa bøtt um trivnaðin.


Tað skrivar Nikkil Heinesen, skrivari í Føroya Pedagogfelag, í skrivi lagt út á heimasíðuna hjá felagnum og sent fjølmiðlunum.


Tað er í kjalarvørrinum av kjakinum um happing í føroyska fólkaskúlanum, at skrivarin í Pedagogfelagnum varpar ljós á týdningin av pedagogum í fólkaskúlanum í samband við trivnaðan.


- Nú, vit hoyra nógv um happing og kanska vantandi trivnað í skúlunum, er sjálvsagt at vit vísa á eina loysn, sum enn ikki er brúkt í Føroyum, hóast tað í nógv ár hevur verið brúkt í londum rundan um okkum.


- Børn, sum ikki feila nakað annað, enn at lívið, av og á, hevur sínar avbjóðingar, koma illa fyri. Tað eigur skúlin í størri mun at megna at rúma. Hesi børn verða rópt “børn við serligum tørvi” og fáa í ávísan mun játtaðar ser- ella námsfrøðiligar tímar, fyri betur at megna skúlan. Pedagogfelagið hevur áður víst á, at hetta er ikki ein haldbar støða. Vit hava eina fakligheit, ið spennir víða og tað er í okkara huga púra náttúrligt at ein endurskoðar áskoðanina til námsfrøðingar í føroyska fólkaskúlanum.


Nikkil Heinesen vísir í skrivinum á, at námsfrøðingar hava nakrar førleikar, ið kunnu hjálpa teimum børnum, ið hava trupult at klára gerandisdagin í fólkaskúlanum.


- Tað eru í øllum skúlum børn sum hava trupult við at klára gerandisdagin. Ein av okkara fremstu førleikum sum námsfrøðingar er at stuðla barninum í persónligari menning við amboðum til at koma ígjøgnum tær avbjóðingar, ið barnið, ella barnabólkurin, kann koma í - bæði við umsorgan, aktivering og hjálp til sosialisering. Skulu vit koma trupulleikanum við happing til lívs, er neyðugt, at allir partar í arbeiðinum vita hvat teir skulu gera. Hesi mugu hava røttu útbúgving í arbeiðinum, umframt hava neyðugu tíð, fígging og umstøður annars.



- Námsfrøðingar kunnu brúkast aðrastaðni. Okkara limir eru um børn frá 0 ára aldri í vøggustovum. Frá 3 ára aldri á dagstovnum. Frá 6 ára aldri í forskúlum og frítíðarskúlum/heimum. Eftir skúlatíð kunnu størri børnini fara í virkis- og ungdómshús, har okkara limir gera eitt stórt fyribyrgingarvirksemi. Onkursvegna tykist áskoðanin tó enn at vera tann, at teir førleikar ið námsfrøðingar hava, ikki kunnu brúkast í fólkaskúlanum.