Námsfrøðingar í fullan brøk í fólkaskúlanum

Vit hava tørv á at styrkja alt tað námsfrøðiliga økið

 

Okkara vælferðarskipanir eru alsamt undir størri trýsti orsaka av manglandi arbeiðsmegi. Tískil er tað sera umráðandi, at vit fáa starvfólk at trívast  og støðast til  lyfta tær týdningarmiklu uppgávurnar í føroyska samfelagnum. Sambært forkvinnuni í Pædagogfelagnum, so koma tað at mangla 500-600 námafrøðingar kring landið, og ein liður at bøta um hetta er at útbúgva fleiri námsfrøðingar og at styrkja fakliga umhvørvið hjá námsfrøðingum. Mítt seinasta lesarabræv snúði seg um, at børn við serligum avbjóðingum skulu hava lógartryggjaði tilboð til skúla, frítíðarskúla og tilboð annars, og her kemur námsfrøðin inn, sum ein týðandi lykil. Eitt neyðugt stig, er, at námsfrøðingar koma upp í fullan brøk í føroyska fólkaskúlanum og á serstovum fólkaskúlans, tí hvør kann liva av einum hálvum ella ¾ brøki?

 

Herfyri reisti eg spurninginum í skrivligum fyrispurningi í løgtinginum  um at fáa námsfrøðingar upp í fullan brøk í fólkaskúlanum. Landsstýrismaðurin var jaligur, men nú løgtingsval er útskrivað er tað málið steðga upp, og tí er tað umráðandi, at hetta málið ikki verður slept, men verður eitt tað fyrsta, sum verður tikið upp eftir komandi val.

 

Sambært grein í Pedagogfelagnum herfyri hava námsfrøðingar starvast í 20 ár í fólkaskúlanum. Arbeiðsuppgávurnar hava verið ymiskar, alt frá stuðlum í flokshølunum til at starvast í serstovum. Hóast eina langa siðvenju har lærarar og námsfrøðingar hava arbeitt lið um lið til tess at styrkja einstaka næmingin til at trívast og harvið at megna at læra, so hava námsfrøðingar stríðst við at fáa fulla tíð. Talan er um 150 limir hjá pædagogfelagnum, tilsamans150 ársverk, sum starvast í fólkaskúlanum,  har tann hægsti brøkurin er 0,85. Tó skal tað viðmerkjast, at tað eru onkur einstakur pedagogur, sum starvast sum toymisleiðari, sum hevur fullan brøk.

 

Ein orsøk til hetta er, at ábyrgdarbýtið er ógreitt hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum,  hvat viðvíkur arbeiðsupggávur, førleikamenning, fyrireiking v.m. Hetta eru viðurskifti, sum mugu vera púra greið.

 

Tað eru nógvar góðar royndir við samstarvi millum pædagogar og fólkaskúlalærarar, har næmingurin er í miðdeplinum, og har pædagogar og lærarar koma við hvør sínari fakligari vitan um, hvussu trivnaðurin hjá tí einstaka næminginum kann betrast og harvið styrkja um fakligu menningina hjá næminginum. Guli skúli í Havn er eitt gott dømi um hetta, har læringsumhvørvið verður sett í hásæti. Her er  starvfólkabýtið ávikavist 2/3 lærarar og 1/3 námsfrøðingar, og royndirnar við góðum samstarvi hava verið góðar

 

 Hóast góðar royndir við tvørfakligum samstarvi um tann einstaka næmingin,  so er tað ein ójavni ímillum teir fakbólkar, sum hava ábyrgdina av næminginum.  Meðan fólkaskúlalærarin er settur í fulla tíð, er pædagogurin settur við einum minni brøki.  Skal læringsumhvørvið framhaldandi styrkjast er tað umráðandi, at pædagogar eins og lærarar eisini vera settir í fulla tíð, har fyrireiking og annað eisini verður roknað uppí.

 

Í áðurnevnda fyrispurningi til landsstýrismannin og svarinum framgongur tað, at man ætlar at byrja við serstovum. Tað er fínt, men ikki nokk,  vit mugu tryggja karmarnar hjá øllum námsfrøðingum, sum hvønn dag lyfta eina sera týðandi uppgávu í føroyska fólkaskúlanum. At hava eina holitiska áskoðan á tann einstaka næmingin, at seta inn við hvør sínari fakligheit til tess at lyfta har tað haltar, tað er gull vert og kann fyribyrja, at næmingar fella í fátt, sum annars høvdu klárað seg væl í lívinum. At arbeiða fakliga og fyribyrjandi kann vísa seg at vera besta íløgan vit gera í tann einstaka næmingin og menniskja. Hesum  vil eg virka fyri

 

 

 

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi