NAMMCO telur hval

NAMMCO-londini eru farin undir enn eina hvalateljing í norðuratlantshavi. Fyri Náttúrugripasavnið tekur Thor Chaser lut, meðan íslendingar hava leigað Glen Rose II NAMMCO byrjaði í 1987 at telja hval, og síðani hevur felagsskapurin skipað fyri teljing tríggjar ferðir, í 1989, 1995 og 2001.

Nú verður so aftur farið undir eina hvalateljing, og hon fer fram í økinum millum Noregi og Kanada og millum 40 og 80 gradir norður.

Talan er um eina stóra verkætlan, sum fer fram millum 2006 og 2008. Stóra hvalateljingin fer fram í july mánaða í ár. Hetta er ein verkætlan, sum hevur eina fíggjarætlan upp á 4,2 milliónir euro, sum svarar til góðar 30 milliónir krónur.

Limalondini í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) eru Noregi, Føroyar, Ísland og Grønland. Hartil hava Kanada, Russland, Japan og partvís eisini danmark eygleiðarastatus.