NAMMCO- økisbundið samstarv um hvala- og kópaveiðu er rætta leiðin

Ársfundurin hjá NAMMCO endaði í dag í Sisimiut í Grønlandi. Limalondini løgdu dent á týdningin av at tryggja burðardygga gagnnýtan av havsúgdýrum, skrivar www.fisk.fo Hvalur og kópur er týðandi tilfeingi, og hevur alstóran týdning fyri øll londini í útnorði.

Eftir tilmæli frá umsitingarnevndini fyri hval samtykti NAMMCO at áseta eina kvotu uppá í mesta lagi 10 kúlubøkur í Vesturgrønlandi í 2009. Henda samtykt bygdi á ráðgeving frá vísindanevndini um at henda veiða er væl undir markið fyri burðardygga veiði. Tilmælið hevur støði í ynskinum hjá Grønlandi at taka veiðu eftir kúlubøku uppaftur.

Útbreiðslan av ymsum hvala- og fiskastovnum í Norðuratlantshavi tykist at vera munandi broytt tey seinnu árini. Til dømis hevur eingin grind verið í Føroyum higartil í ár og sildrekar eru at síggja longri norðuri við Grønland og í Barentshavinum enn áður. NAMMCO hevur leingi havt sum endamál at bøta um vitanina um sambandið millum hvala- og kópastovnar og fiskastovnar, og heitt varð á vísindanevndina um at halda áfram við hesum arbeiði, eisini við atliti at broytingum í vistskipanini sum heild.

NAMMCO hevur skipað fyri serfrøðingafundi um møguligar heilsuligar vinningar fyri fólk at eta hvala- og kópalýsi, og fleiri kanningar eiga at gerast. Dálkingarevni í hvali og kópi kunnu tó hava heilsuvandar við sær, men neyðugt er viga hesar vandar upp ímóti fyrimunum við at eta sjómat. NAMMCO vísti á, at høvuðsmálið er, at styrkja alheims tiltøk fyri at minka um dálkingina av havinum.