Nám-X við nýskrivaðum sangleiki

Í dag verður spildur nýggjur sangleikur vístur í Norðurlandahúsinum

Í dag verður spildur nýggjur sangleikur vístur í Norðurlandahúsinum.

 

Hetta er ein stuttligur og eitt sindur øðrvísi ungdómsleikur, siga fyrireikararnir.

 

Sangleikurin kallast Lampufepur og snýr seg um kærleika, ungdóm, skúla, útferð til Berlin og brotnar lampuskermar.

 

35 næmingar eru við í hesum leiki. Hesir næmingar ganga á Tónleikabreyt og Films- og dramabreyt í Nám-X.

 

Leikin hava Pauli Hansen og Jákup Veyhe skrivað. Pauli Hansen hevur gjørt tónleikin, og Jákup Veyhe og Hanna Lassaberg hava sett leikin upp.

 

 

Tvær sýningar, fyri skúlum, verða henda dagin.

 

1. sýning er kl. 10:00

 

2. sýning er kl. 13:00

 

Um kvøldið er eisini ein sýning fyri almenninginum. Hon er klokkan 19:30. 

 

Hoyr samrøðu við Jákup Veyhe við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Videoupptøkur frá leikinum síggjast HER.