Nám keypt Eina

Nám hevur keypt rættindini til at nýta enn ein føroyskan film í síni undirvísing.

 

 

Í farnu viku legði Nám enn ein føroyskan film út á undirvísingarportalin Snar. Hesaferð er talan um stuttfilmin Eina eftir Andrias Høgenni.

 

Nám hevur keypt rættindi til  at brúka fleiri føroyskar filmarnar og hevur gjørt perspektiverandi uppgávur til filmarnar. Fleiri føroyskir filmar verða so hvørt keyptir til endamálið. Filmstilfarið vendur sær til elstu flokkar í fólkaskúlanum og til miðnám. Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá, Anton Petersen og Heiðriki av Heygum. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing.

 

Eina snýr seg um eina gentu, hvørs maður júst er farin frá henni, og hvussu hon tekur sorgina. Mitt í ruðuleikanum, fær hon óvæntaða vitjan.

 

Leikarar í filminum eru Beinta Clothier, Mia Clothier og Kári Mouritsen.

 

Andrias Høgenni er ættaður úr Havnini og er útbúgving sum filmsleikstjóri á filmslistaskúlanum 18 frames. Hann hevur áður leikstjórnað stuttfilmarnar Stev (2009), Ávegis (2011), Harmoni (2012), Eina  (2013), Det mand ikke taler om (2014) og Kom og Dansa (2015).

 

Trýst her fyri at síggja filmin