Nalvin í Hósvík

Tórshavn hevur verið nevndur heimsins nalvi. Hósvíkingar hava kortini valt sín egna nalva við at nevna kioskina í bygdini eftir hesum burðararri

Miðskeiðis í bygdini, liggur Nalvin?Kiosk Nalvin.

Tey á Nalvanum siga, at tey sjálvandi fara at hava opið á Sundalagsstevnu, men at tey ikki fara at gera nakað serligt burturúr sjálvum stevnudøgunum.

Okkurt tilboði verður, men í hesum sambandi fara tey á Nalvanum at leggja seg eftir at selja áðrenn stevnuna, tí tey ikki vilja minka um tað søluvirksemið, ið verður í Bygdarhúsinum um stevnuna.