Rúni Nielsen, Formaður Unga Tjóðveldisins
”Globalisering, globalisering, hálvt kongaríki fyri globalsering!” Rópt verður nógv um alheimsgerð í hesum døgum. Tað er vorðið eitt, av sonnum at kalla, gandaorð, og eru hesi ikki so fá eftir hondini. Men Føroyar eru blindtarmur í alheimsgerðini. Vit eru ikki heimsins nalvi. Vit eru heldur heimsins nalvaull, og tað á fleiri mótum. Eitt nú á útlendingaøkinum. Tað er nóg ringt, at vit beinleiðis ella óbeinleiðis hava ein fremmandahatskan útlendingapolitikk. Tað er løgið, at vit skulu hava eitt slíkt nálareyga mótvegis útheiminum, tá ið útheimurin hevur bæði víðar og opnar dyr mótvegis okkum. Føroyingar eru vælkomnir nærum allastaðni úti í víðu verð, og tí njóta vit øll gott av. Men vit unna ikki útheiminum sama gestablídni – ikki uttan so, at talan eru um ein dana. Paradís fyri danir, øll skilja og tosa danskt. Lógarverki er dansk, so rættartrygd dana í Føroyum er tryggja í høvd og reyv. Allar vørur hava donsk frámerki. Hátalarin umborð á Stranfaraskipunum tosar eisini danskt. Gjaldoyra er hitt sama, og hann fær brúkt sínar donsku seðlar. Alt er so æviga gott og væl skipað.
Men søgan er ein heilt onnur fyri útlendingar. Teir sum sleppa ígjøgnum nálareyga eru sleptir uppá fjall. Vit krevja teir skulu læra føroyskt, so at vit skulu skilja hvat teir siga. Teir skulu gjalda í almennarkassar, men eiga eingi rættindi at fáa útgjøld úr somu kassum. Her er talan um arbeiðsloysisskipanina. Teir kunnu ikki keypa í handlunum við vissu um hvat teir keypa, hóast teir duga føroyskt, tí vøran er donsk fyri ein stóran part.
Tað ringast av øllum er, at hesi fólk onga veruliga rættartrygd hava, tí at rættarskipanin fer fram á donskum.
Størsta forðingin fyri veruligari alheimsgerð í Føroyum er hin sokallaði ríkisfelagsskapurin. Føroyar eru alt ov danagjørdar til at taka ímóti øllum heiminum. Vit eru og verða heimsins nalvaull til vit vera sjálvstøðug. Tí beint nú eru vit hvørki egg ella ungi, land ella amt, tjóð ella ”forvrænget dansk bjergdialekt”.
Eg vamlist við, tá ið landsins landsins stjórn brynjar seg við skjaldrarmerkinum ”Alheimsgerð”, tí her í Føroyum er tað líka sum ”Fólkaræði” einans eitt skjaldrarmerki.









