Áhugaleikarar úr 10 londum eru í hesum døgum savnaðir á Akureyri í Íslandi, har ein stór leiklistastevna byrjar týsdagin og heldur á til sunnudagin. Tað er felagsskapurin NEATA, sum stendur fyri Nort European Amature Theatre Association, sum stendur fyri stevnuni. Umframt nólsoyingarnar, sum umboða Føroyar, og Ísland, sum er vertstjóð, eru Estland, Letland, Litava, Frakland, Týskland, Svøríki, Noreg og Danmark eisini við á leiklistastevnuni.
Nólsoyingarnir eru 8 fólk í ferðalagnum, og leikararnir eru úr 20 og upp um 60 ára aldur.
Sermerktur leikur
Nólsoyingarnir fingu samstarv við íslendska leikstjóran Águstu Skúladóttir, sum er sera kend og hevur sett leikir upp víða hvar m.a. í London, Hong Kong og Ukreina. Og altso í Nólsoy.
Sambært leikarunum var hetta ein sera spennandi leikur at vera við í, tí tey arbeiddu ikki út frá nøkrum leikriti. Einar fjúrtan dagar áðrenn leikurin skuldi á pall, vistu tey framvegis ikki hvør leikgongdin var.
Leikarar og leikstjóri gjørdu leikin í felag, og leikararnir hava sjálvir gjørt av, hvat teirra leiklutur skal siga.
Eina framførslu
Á leikstevnuni framførir hvørt land sín leik einaferð, og nólsoyingarnir vænta ikki, at føroyska málið fer at vera til hindurs fyri, at hini londini skilja leikin, tí leikurin er sera visuellur. Bæði ljós og ljóð er óvanliga flott, og tað er sum heild lítið av talu í leikinum.
Ísland hevur sum vertstjóð 3 leikir við á stevnuni, men øll hin sleppa bert at framføra einaferð, so tað ræður um at gera sítt besta.
Føroyskt kvøld
Umframt sjálvar leikirnar, hava luttakararnir eisini ábyrgd av at skipa fyri einum kvøldið, sum umboðar teirra land. Tað merkir, at nólsoyingarnir skulu skipa fyri einum føroyskum kvøldi fyri hinar luttakararnar.
Sum vera man verður borðreitt við føroyskum mati, so luttakararnir fáa høvi at smakka skerpikjøt, rullupylsu, kjøtpylsu og annan føroyskan mat, umframt føroyskt øl. Ætlanin er eisini at fara upp á gólv og royna at læra hinar luttakararnar gott stev.