Nalja aftur á pall

Fyri fyrstu ferð í 22 ár standa tey bæði, Elin & Kári, sum góvu út NALJA-bandið í 1988, nú aftur saman á palli í samband við Heiðrið ymiskleikan/Gay Pride tiltakið "lítla Ólavsøkuaftan". Aftrat sær hava tey navnframu tónleikararnar í Plúmm og onnur. Umframt Elina & Kára verða eisini Eivør, 200, Mike, Ævintýraferðin við Búa og Dánjal og Reykjavíkar Queer Choir at hoyra á palli.

 

Konsertin byrjar klokkan 16.45 og heldur fram til áleið klokkan 19.30.

 

Tey bæði skriva á Facebook, at tey fara síðst á pallin. Tað vil siga umleið klokkan 19.00. Konsertin er ókeypis og partur av Gay Pride tiltakinum hjá LGBT Føroyar.