Nakrir valtankar við ársbyrjan

Nú eru vit so skjót at áleggja okkara høvuðsvinnu (fiskivinnuni) ymiskar treytir. Her verður serliga hugsað um góðsku fram um nøgd.

Siga vit nú, at hetta skal eisini verða galdandi fyri okkara høvuðsleikarar, sum ætla at bjóða seg fram í politikki. Hvussu sær tað tá út?

Her er ofta ein stór nøgd, men góðskan er rættuliga ivasom.

Skulu vit til at áleggja treytir, sum vit gera við okk-ara høvuðsvinnu, tað vil siga, góðsku fram um nøgd, so mugu vit til at hava færri valevnir enn higartil. Her má eitt loft setast.

Her má hugburður broytast.

Her má góðska telja fram um nøgd.

Prísin vilja vit gjalda, við einum betri tingi enn vit eiga í dag.


Dia Ellindsson,

tjóðveldismaður,

Runavík