HALDARSVÍK
Tað var tann tíð, tá fiskaarbeiði á gamla Víkarvirkinum hevði stóran týdning fyri hetta økið. Seinnu árini hevur lítið fiskaarbeiði verið á virkinum, sum í dag er ogn hjá einum felag, ið kallast Farita.
Tá Sosialurin vitjaði í Haldarsvík seinasta hósdag, vóru vit ein túr inni á gólvinum á virkinum, har vit heilsaðu upp á Hjørleif Dahl, sum er ein av monnunum aftan fyri Farita.
Hjørleif hevði ikki hug at siga so nógv um virksemi, tí enn er ikki so nógv ferð á, men hann segði seg heldur einki hava ímóti, at vit festu nakrar reglur á blað.
Nakrir tímar
Asbjørn Djurhuus, sum býr í Tjørnuvík og er bókhaldari á Bátafiski á Eiði, veit at siga, at lítið virksemi hevur verið á Farita í Haldarsvík.
- Virkið hevur mest sum ligið stilt í langa tíð, men nú eru av og á nakrir arbeiðstímar í saltfiski til nøkur fólk.
Asbjørn Djurhuus, sum eisini er býráðslimur í Sunda kommunu, sigur, at hóast lítið virksemi enn er á Farita, er kortini at vóna, at virksemi fer at mennast, so tað aftur kann fáa týdning fyri hetta økið, har annars rættiliga lítið arbeiði er.
- Sum eg havi skilt, hevur Farita arbeitt longu, brosmu og eitt sindur av toski. Tá lítið arbeiði er, ger hvør tími mun, sigur Asbjørn Djurhuus.










