2.Varð góða veðrið orsøk til, at startdómarin fyri skjótari at kunna avgreiða startin, brúkti øðrvísi framferðarhátt enn vanligt, so slakki var varð á endanum ?
3.Varð ein triði bátur ávaraður, annars hevði helvtin av 10 mannaførunum ligið fastir í startinum?
4.Bleiv á fundinum staðfest, um manningin á Eysturoyingi og Vestmenningi høvdu skyldina av óhappinum, ella var talan um ein tekniskan feil?
5.Var avgerðin í tíðindaskrivinum, sum Hans David Hansen kappingarleiðari hevur undirritað, einmælt ?
Í vikuni verður broyting gjørd í reglunum sum sigur: Skotið verður av, um bátur hongur. Fyri hetta fær hann gult kort. Tó verður onki kort givið, um tekniskur feilur kann ávísast.
Tað er ein undanførðsla av nevndini í Róðrarsambandinum at staðfesta, at rætt varð farið fram av start og høvuðsdómara og at onki kann gerast við hetta málið, tí ongin hevur kært. Tit sum valdir eru at hava ábyrgdina av kappróðrinum, og at úrslitið er so rættvíst sum gjørligt; tit hava skyldu at taka málið upp av eintingum, um tit meta, at úrslitini í FM-kappingini hjá fleiri av luttakandi bátunum kundi verið øðrvísi, um bátarnir ikki hingu fastir umframt avleiddu ávirkanini, at onkur bátur av hesi orsøk ætlaði at leggja árarnar inn.
Mín áheitan á Róðrarsambandið, skal verða. Lati kappróðurin á Eystanstevnu verða ein steyparóður, ið ikki telur við í samlaðu FM- kappingini í ár. Hetta er eisini áheitanin frá flestu av luttakandi 10 mannaførunum.
Við ítróttarkvøðu