Hóast tað er hægsta summartíð, var rættiliga nógvur vindur summastaðni morgun. Onkustaðni vóru yvir 30 metrar um sekundið og í tí sambandi fekk løgreglan boð um nakrar skaðar. Men talan var um smáskaðar.
Í Norðdepli var eitt vakstrarhús við at fara í luftina, men fólk á staðnum bjargaðu støðuni, áðrenn nakar serligur skaðið stóðst av.
Sum vit lósu her á in.fo í morgun, fór stóra regattatjaldið í Hvalba eisini í luftina og á Hagaleitið við Leirvík rivu nakrar takplátur av einum húsi.
Les eisini: Ein alvorslig strika í rokningini
Bjargingarfólk varð boðsent og løgreglan sigur frá teimum, at klokkan níggu í morgun vóru 30 metrar um sekundið á Hagaleitið, men hálvan annan tíma seinni var stilli.
|