Nakrir skottilburðir hava verið í Grønlandi

Seinastu tíðina hava nakrir skottilburðir verið í Grønlandi, og í løtuni situr ein ungur maður varðhaldsfongslaður.

 

Ein ungur maður í Grønlandi er skuldsettur fyri at hava latið nøkur skot av í einum byggiøki í Maniitsoq, og maðurin er eisini skuldsettur fyri hóttanir. Maðurin er leyslatin, tí løgreglan í Grønlandi heldur ikki, at hann er ein vandi fyri onnur.

- Vit hava ikki nóg góðar grundgevingar fyri at afturhalda mannin, og tí er hann nú leyslatin, sigur vaktleiðarin hjá grønlendsku løgregluni, Søren Bendtsen, við Sermitsiaq.

Hann leggur aftrat, at maðurin hevði ikki skotið eftir nøkrum, men hevði latið skotini av upp í luftina. - Men, hann hevði eisini hótt fólk, sum vóru kring um hann, men tíbetur hevði hann ikki gjørt álvara av sínum hóttanum, sigur vaktleiðarin.

Annars hava fleiri skottilburðir verið í Grønlandi seinastu tíðina. Ein var eisini í Maniitsoq herfyri, har ein maður skeyt út gjønum eitt vindeygað. Eisini hesin maðurin varð leyslatin sama dag, sum hann varð handtikin.

Ein skottilburður hevur eisini verið í Ukkusissat við Uummannaq. Her var tað ein ungur maður, sum skeyt inni í bygdini. Hesin maðurin skal vera í varðhaldi í fyribils fýra vikur, skuldsettur fyri ætlanir um manddráp, skrivar Sermitsiaq.