Nakrir royna við nylonlínu

Hetta er tann tíðin, tá nakrir útróðrarbátar fiska við nylonlínu, sum verður drigin av einum trumlu.

Summarið er ikki besta fiskitíð hjá útróðrarbátum, sum fiska við línu. Heldur ikki er hetta lættasta tíðin at fáa egnarar ella umrekjarar. Fólk stákast við ymiskt, tá veðrið er gott, og eisini egnarar og umrekjarar skulu onkuntíð hava frí.

 

Nakrir útróðrarbátar, sum annars royna við línu um veturin, hava fingið sær útgerð, soleiðis at teir kunnu royna við nylonlínu um summarið. Nylonlínan er á einari trumlu og so hvørt, sum línan verður sett, verða teymarnir klipsaðir upp á línuryggin. 

 

Langt er millum húkarnar, soleiðis at stundir eru at klipsa teymin á ryggin, meðan sett verður. Tá drigið verður, verður teymurin loystur úr aftur rygginum. Vanliga hava útróðrarmenn stórar húkar - nærmast kalvahúkar - á slíkari línu.

 

Tað merkir, at fiskurin, sum útróðrarbátarnir fáa um summarið á nylonlínuni, er mest kalvi, longa, skøta, brosma og onkur stórur toskur. Oftast verður fiskur, sum kemur á línuna, eitt nú brosma, brúkt til agn. Nakað verður so eisini egnt við keyptum agni.

 

Teir bátar, sum In.fo veit um royna við nylonlínu, eru eitt nú Falkurin, Lírðaberg, Slætnatindur og Bragd, og glaðastir munnu útróðrarmenninir vera um kalvan. Útróðrarmenn siga, at hetta er bílig drift skilt á tann hátt, at her er eingin egning ella umreking - og lutfalsliga lítið av keyptum agni.