Nakrir profilar mangla

Upptakt: Ungarn hevur ikki havt bestu fyrireikingarnar til dystin ímóti Føroyum.

Tað er ein beinleiðis dystur um triðja plássið í bólki B, tá ið Ungarn og Føroyar í kvøld bresta saman í Ungarn. Ungarn hevur ikki staðið seg væl hesa HM-undankappingina. Tað er ein góð løta síðani tað gjørdist greitt, at teir ikki fara at spæla seg víðari, og nú hava teir einans eftir at dystast um triðja plássið við Føroyar.


Leygarkvøldið rendi Ungarn seg inn í enn eitt vónbrot. Tá taptu teir nevniliga stórt 5-2 ímóti Sveis. Landsliðsvenjarin hjá Ungarn, Bernd Storck, sigur undan dystinum ímóti Føroyum í kvøld, at tað nú snýr seg um at enda undankappingina so væl sum tilber og at fáa tryggjað triðja plássið í bólkinum.


- Vit eiga at vera førir fyri at vinna hendan dystin. Eg havi sagt við leikararnar, at vit hava tað betra liðið, men eisini at vit mugu prógva tað. Tað er týdningarmikið, at vit fáa triðja plássið. Vit ynskja at spæla ein dyst, sum áskoðararnir kunnu vera nøgdir við, og vit ynskja at enda hesa undankappingina væl, sigur Storck við heimasíðuna hjá ungarska fótbóltssambandinum.


Ungarski landsliðsvenjarin er noyddur at gera tvær broytingar í mun til dystin ímóti Sveis leygarkvøldið. Høgri bakkurin, Barnabás Bese, og miðvallarin, Ákos Elek, máttu báðir av vøllinum við skaða, og teir eru í gjár og í dag farnir heimaftur til feløgini, tí at teir ikki fáa spælt við ímóti Føroyum í kvøld.


Eisini aðrir ungarskir leikarar, sum vóru við í 0-0-javnleikinum á Tórsvølli í septembur í fjør, eru uttanfyri hópin hesaferð orsaka av skaðum og øðrum. Talan er um áleypararnar Tamás Priskin og Ádám Szalai umframt vongleikaran Krisztián Németh og ikki minst eyðsýnda miðvallaran, László Kleinheisler.


Dysturin ímillum Ungarn og Føroyar byrjar í kvøld kl.19.45. Rás2 er á staðnum og sigur beinleiðis frá dystinum, umframt at beinleiðis dystafrásøgn verður at lesa her á in.fo.